Móttøka og útgávutiltak í Perluni
Móttøka og útgávutiltak í Perluni
Sted
Dato
Beskrivelse
INNBJÓÐING TIL MÓTTØKU OG HUGNAKVØLD
ísv. at stórfingna symfoniska heildarútgávan
"Eitt dýpi av dýrari tíð" kemur út
Tað er ikki hvønn dag, at nýggjur føroyskur symfoniskur tónleikur verður givin út á plátu. Men nú fer Elin Brimheim Heinesen at leggja fram nýggju heildarútgávuna hjá sær og pápanum, rithøvundinum Jens Paula Heinesen, á móttøku og hugnakvøldi, sum verður:
Leygarkvøldið 2. december kl. 20.00
í Perluni, Tórsgøtu 3 í Havn
Útgávan hevur fingið heitið “Eitt dýpi av dýrari tíð” og verður givin út á vinylplátum, fløgum og á talgildum pallum av plátufelagnum TUTL.
Elin hevur eisini okkurt annað spennandi við í skjáttuni hetta kvøldið.
Skrá
- Elin leggur fram og greiðir frá tilgongdini at skapa tær 12 skeringarnar á heildarútgávuni "Eitt dýpi av dýrari tíð" frá byrjan til enda
- Prát við ymisk fólk, sum hava gjørt stórfingnu tónleikaverkætlanina møguliga
- Livandi tónleikur verður sjálvsagt á skránni
- Sjónbandalagið "Sóleyan" verður víst á stórskíggja
- Elin avdúkar eitt eyka jóla-yvirraskilsi!
Til ber at ogna sær plátuna hetta kvøldið. Borðreitt er eisini við ábiti, og barrin er opin til kl. 23:30.
Um útgávuna
Útgávan hevur fingið heitið "Eitt dýpi av dýrari tíð" eftir fyrsta lagnum, Elin gjørdi til yrking hjá pápanum. Tað var fyrstu ferð at hoyra í 1988 á útgávuni NALJA Hjá Elini & Kára. Í 2002 var ein symfonisk útgáva gjørd til ein heimildarfilm hjá Gullu Øregaard um Jens Paula Heinesen.
Nú verður symfoniska útleggingin endiliga givin út á plátu í dagførdum tónablandi, saman við fimm øðrum løgum, Elin hevur gjørt til yrkingar hjá pápa sínum. Elin hevur eisini týtt yrkingarnar og sungið tær inn á enskum, soleiðis at tað verða 12 skeringar tilsamans á plátuni – tvs. seks løg á føroyskum, umframt tey somu seks løgini á enskum.
Fýra av innspælingunum eru gjørdar við heimskenda symfoniorkestrinum The Czech National Symphony Orchestra og kórinum Tarira, og tvær innspælingar eru gjørdar við líka so kenda City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri. Italska tónaskaldið Enzo De Rosa hevur útsett fimm av løgunum, og danska tónaskaldið, Søren Hyldgaard sáli, hevur útsett lagið "Eitt dýpi av dýrari tíð". Elin er sangsolistur í øllum innspælingunum. Útgávan er fíggjað umvegis hópfigging og av Betri Samtakinum, MOWI, KT-húsinum, Mentamálaráðnum, Mentanargrunni Landsins, Tórshavnar Kommunu, Vága Kommunu, umframt av Elini sjálvari.
Hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt og serstakt kvøld í Perluni!
Blíðar kvøður
Elin Brimheim Heinesen
P.S.
Útgávudagfesting
Tað hevur, sum kunnugt, verið ein longri tilgongd at fáa alt liðugt á ein hátt, sum Enzo De Rosa og eg sjálv kundu vera nøgd við. Men nú kemur heildarútgávan so endiliga – eitt heilt ár seinni enn ætlað. Eg valdi at leggja útgávuna so tætt at føðingardegnum hjá pápa sum gjørligt.
Set vinaliga hesar dagarnar í kalendaran hjá tær:
- Sunnudagin 12. november 2023: Jens Pauli Heinesen hevði fylt 91 ár
- Fríggjadagin 1. december 2023: Útgávan “Eitt dýpi av dýrari tíð” kemur í handlarnar
- Leygardagin 2. december 2023: Móttøka/hugnakvøld verður í Perluni ísv. útgávuna kl. 20:00
Smakksroyndir komu áðrenn
- Fríggjadagin 15. september 2023 kom staklagið "Flóttin" út á talgildar miðlapallar: https://bfan.link/flottin-1
- Fríggjadagin 6. oktober 2023 kom staklagið "Sorgin er vøkur við" út á talgildar miðlapallar: https://bfan.link/sorgin-er-vo...
- Staklagið "Sóleyan" kom út í november 2021 á talgildum pallum: https://bfan.link/soleyan
Og sum sjónbandalag. Hygg her:
- Á føroyskum: https://youtu.be/KHFIqjqT4Gg?si=NRBulmb0xxbDHTIf
- Á enskum máli: https://youtu.be/8RDofwQg284?si=ZqvBHXNtTtt9IaYK
Fagnaðarkonsertin við Føroya Symfoniorkestri
Fagnaðarkonsertina fyri Jens Paula Heinesen, sum var í Norðurlandahúsinum 12. november 2022, kanst tú síggja í tveimum pørtum her:
1. partur: https://kvf.fo/sending/fagnadarkonsert-jens-pauli-heinesen?sid=155226
2. partur: https://kvf.fo/sending/fagnadarkonsert-jens-pauli-heinesen?sid=155225
Vit síggjast 2. december kl. 20:00 í Perluni!
Við blíðum kvøðum
Elin Brimheim Heinesen
P.P.S. Hevur tú spurningar um tiltakið, kanst tú skriva til:
elinbrimheimheinesen@gmail.com.
ella ringja til mín á 790527.
Arrangør
Elin Brimheim Heinesen is the organizer of F’LJÓÐ room concerts and literature evenings.
The F'LJÓÐ events take place in Magnus Heinasonar gøta 8 in the heart of Tórshavn, the capital of the Faroe Islands.
The purpose of the F’LJÓÐ events is to create a very special intimate and cosy mini-stage for music (and sometimes also literature) for the joy and benefit of both musicians and listeners.
The events give the participants very special music and cultural experiences, while also giving the participants the opportunity to support a charitable cultural purpose, with coffee, tea and cake served on top. At the same time the concerts are also an obvious opportunity for those who perform to give their followers a very special experience, and perhaps also get brand new followers who appreciate their music.
……
Elin Brimheim Heinesen er arrangør af F’LJÓÐ stuekoncerter og litteraturaftener.
F'LJÓÐ arrangementerne finder sted i Magnus Heinasonar gøta 8 i Tórshavn, Færøerne.
Formålet med F’LJÓÐ arrangementerne er at skabe en helt særlig intim og hyggelig mini-scene for musik (og nogle gange også litteratur) til glæde og gavn både for musikere og tilhørere.
Arrangementerne giver deltagerne helt særlige musik- og kulturoplevelser, samtidig med at deltagerne får lejlighed til at støtte et velgørende kulturelt formål, og med kaffe, te og kage serveret oveni. Samtidig er koncerterne også en god mulighed for dem, der optræder, at give sine tilhængere en helt særlig oplevelse, og måske også få helt nye tilhængere, der sætter pris på deres musik.
Lokation
3 Tórsgøta, 100 Tórshavn
FAQ
-
Jeg har ikke modtaget min billet via e-mail. Hvad skal jeg gøre?
Det første du skal gøre, er at tjekke spam, uønsket post samt reklame mappen, da vi desværre nogle gange smide derhen. Det skyldes dine billetter er sendt som vedhæftet fil og det kan betrægtes som spam af nogle systemer. Alternativt kan du altid finde dine billetter ved at logge ind på din Billetto konto, som du kan tilgå via vores app eller browser. For mere hjælp, læs her .
-
Jeg ønsker at annullere min billet og modtage en refusion. Hvad skal jeg gøre?
De fleste billetter kan desværre ikke altid refunderes. Men du er altid velkommen til at kontakte arrangøren direkte, for at se om de er villige til at acceptere din forespørgsel om en refundering. Du kan kontakte arrangøren ved at klikke på arrangør og dernæst kontakt eller besvare din ordrebekræftelse. For mere hjælp, læs her .
-
Jeg har skrevet mig på ventelisten, hvad sker der nu?
Hvis flere billetter bliver tilgængelige, vil du få besked (via e-mail) sammen med de andre som er tilmeldt ventelisten. Det er efter først-til-mølle-princippet. For mere information, læs her .
-
Hvor finder jeg linket til et online event?
På ordrebekræftelsessiden ved genenmført køb eller på ordrebekræftelsen sendt til dig på mail. Normalt vil arrangøren af eventet oplyse dig om dette i din ordrebekræftelses email, som du modtager fra os, eller efter ordren er booket sende dig en email med de informationer du skal bruge. Du kan også læse event beskrivelsen, da de kan have oplyst det der, hvordan du får adgang til eventet. For mere information, læs her .
-
Hvad er en billetforsikring, og hvorfor skulle jeg have brug for det?
Med billetforsikringen har du mulighed for at modtage en refusion, ved nogle uforudsete hændelser gennem ERV. For mere information, læs her .
Móttøka og útgávutiltak í Perluni
Fra Gratis